Tónlistamenninir Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hava spælt í nógvum ymiskum konserthølum. Teir báðir vilja vera við, at ein konsert broytist alt eftir, hvussu høli er. Hvat ger tað við eina konsert, um tað er siti- ella standipláss? Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um góð konserthølir.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.