Rithøvundurin og týðarin Silja Aldudóttir og sjónleikarin Mariann Hansen arbeiða báðar við teksti, men á hvør sín hátt. Tær báðar tosa um tilgongdina at skapa eitt verk, hvussu eitt listafólk fær stundir at arbeiða við list. Eisini tosa tær um munin á at vera listafólk áðrenn og aftan á, at tær fingu børn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Silju og Mariann um tíðina.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.