Fotografarnir Bjørg Elttør og Erla Ziskasen arbeiða báðar við fotolist, men kanska ikki endiliga á sama hátt. Tær hava gingið á hvør sínum listaskúla og tosa um, hvussu ein listaskúli kann mynda starvsleiðina hjá einum fotografi. Eisini tosa tær um javnvágina at skapa komersiella list og konseptuella. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Bjørg og Erlu um, hvussu mann kann bróta reglurnar, tá mann hevur lært tær.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.