Arkitekturin Heidi og tónlistakvinnan Jana arbeiða innan hvør sína listagrein, men tó hava hava tær tað í felag, at tær arbeiða í og við rúmum. Tær báðar tosa um, hvussu eitt rúm kann ávirka eina framførslu, alt eftir hvussu rúmið er teknað, úr hvørjum tilfari tað er gjørt úr, og hvussu rúmið er skipað. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu mann sum listafólk arbeiðir við rúmum, og hvussu rúm kunnu ávirka eina listaliga framførslu.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.