Tvær ferðir er hann komin til Føroya at taka um endan, eftir at føroyskir bankar eru farnir á húsagang. Í sjónvarpsstovuni vitjar fyrrverandi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen.
Umframt Astrup hitta vit eisini Valdemar Tjørnudal, sum hevur verið hermaður í Afghanistan, og sum í mai 2008 koyrdi á eina vegbumbu og fekk varandi mein.
Til seinast hitta vit Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, sum er í uppskoti at gerast ársins ungi íverkseti í Danmark fyri eina nógv eftirspurda ruskspann.
Lagt til rættis: Heini í Skorini.