Vegamótið

Sjúkan vann á sjónleikinum


Listen Later

Tað byrjaði summarið 2014. Bárður Persson hevði úr at gera, tí hann var virkin sjónleikari og hevði eisini stovnað egna fyritøku.
- Eg hevði rættiliga nógv um oyruni, men bleiv við at hugsa, at um nakrar vikur verður betri, og tá kann eg slappa av, sigur Bárður Perrson.
Men veruleikin var tann, at henda hugsunarháttin hevði Bárður havt í fleiri ár.
- Sjálvandi merkti eg, at okkurt var galið. Eg vildi helst vera einsamallur, hevði einki yvirskot, og so svav eg heldur ikki meir enn nakrar fáar tímar hvørja nátt. Kroppurin koyrdi upp á yvirlivilsi, greiðir Bárður Persson frá.
Í desember mánaði fyri einum ári síðani orkaði kroppurin ikki meir.
- Eg bleiv so illa fyri sálarliga, at eg visti mær ongan annan útveg enn at blíva innlagdur á psykiatrisku deild. Tað vísti seg, at eg hevði eina ógvusliga depressión, sigur Bárður Persson.
Í fimm mánaðir var Bárður Persson innlagdur og fekk ta neyðugu viðgerðina. Síðani er eisini blivið staðfest, at Bárður Persson hevur bipolara sjúku - ein sjúka, ið hevur við sær, at sinnalagið er ógvuliga skiftandi.
Depressiónin og sjúkustaðfestingin hava havt stóra ávirkan á gerandisdagin hjá Bárði Persson. Eitt nú metir hann ikki, at lívið sum sjónleikari er serliga gott fyri seg.
- Eg havi avgjørt, at eg fari ikki at spæla sjónleik upp á sama máta, sum eg havi gjørt fyrr. Sum sjónleikari hevur tú nógvar kvøldarsýningar og arbeiðir ógvuliga intenst í ávís tíðarskeið, og eg havi funnið útav, at tað er nakað, sum órógvar sinnið ótrúliga lætt. Eg má ansa eftir mær sjálvum, sigur Bárður Persson.
Í Vegamótinum fortelur Bárður Persson millum annað um tíðina, har hann var óguvliga tunglyntur, um mánaðirnar á psykiatrisku deild, og hvussu hann roynir at liva við sálarsjúku.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya