Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsa og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi.
Nebbasildin hevur tó verði undir illgruna, og í 2009 fór ein verkætlan í gongd til endamáls at kanna nebbasild og hennara vistfrøðiliga leiklut á føroyska landgrunninum.
Nebbasild hevur ein sjáldsaman atburð og er tí ikki altíð líka løtt at kanna, men komið varð fram til at skjótur vøkstur og føði er týdningarmikið fyri at hennara tilgongd skal verða góð.
Nakað óvæntað varð eisini funnið, at hitin í sjónum hevur ein stóran leiklut í hennara trivna. Fleiri sjófuglasløg eru sterkt tengt at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er hetta einki undantak á føroyska landgrunninum.
Eitt sterkt samband varð funnið millum burðaravlopið hjá rytu og nebbasild. Við hesum kann burðaravlopið hjá rytu, ið er munandi lættari at máta enn nebbasild, nýtast sum eitt mát fyri støðuna hjá nebbasildini.
Hetta kann so aftur verða eitt hent amboð tá ið vinnulig fiskasløg, so sum toskur, skulu veiðast burðardygt.