Átta lið eru nú eftir í heimsmeistarakappingini í fótbólti í Katar. Tey eru Brasil, Argentina, Frakland, Ongland, Holland, Portugal, Kroatia og Marokko.
Teir heilt avgerandi dystirnir koma nú. Um eina góða viku skal alt avgerast í einum finaludysti.
Eftir tveir hvílidagar verður sjøtil í dag settur á dystirnar í fjórðingsfinalunum. Tveir dystir eru í dag og tveir í morgin.
Fyrri dysturin í dag er millum Kroatia og Brasil. Hann byrjar klokkan trý. Hin seinni er millum Holland og Argentina. Hann byrjar klokkan sjey.