Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Gestir fara so at viðgera tekstin, og gestir hesa ferð eru Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og Bill Justinussen, sum í mong ár hevur sitið á tingi fyri Miðflokkin og arbeiðir í dag sum bókhaldari.
Katrin Kallsberg og Bill Justinussen
Bill Justinussen og Katrin Kallsberg eru gestir í sendingini
Teksturin til 19. sunnudag eftir tríeindardag (trinitatis) er úr evangeliinum eftir Matteus, kap. 9, ørindini 1-8.
Ein giktsjúkur
v1: Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd.
v2: Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.»
v3: Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: «Hesin maðurin spottar Guð.»
v4: Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: «Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara?
v5: Tí hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar,» ella at siga. «Statt upp og gakk?»
v6: Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir» - tá sigur hann við hin giktsjúka: - «Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!»
v7: Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs.
v8: Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald.
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin:
[email protected]