- Tá eg sat inni hjá læknanum, og hann segði mær, at heilsan var farin at bila orsakað av vektini, hendi okkurt við mær. Eg fór at hugsa um børnini og visti, at skuldi eg síggja tey gerast vaksin, mátti vend kom í.
Tað sigur 41 ára gamli Rúni Thomsen úr Hvalba, sum tann 4. januar 2014 fór undir eina persónliga verkætlan. Í fleiri ár hevði hann rørt seg alt ov lítið og etið ovurstóran mongdir av góðgæti.Og tað hevði sett síni spor á kroppin og ikki minst á lívsgóðskuna.
- Eg setti mær tá fyri, at 15. juli 2015 skal eg viga niðan fyri 100 kilo, sigur Rúni Thomsen, sum í løtuni er umleið 45 kilo lættari, enn tá hann byrjaði verkætlanina.
Í Vegamótinum hesaferð fortelur Rúni Thomsen, millum annað hví hann gjørdist so tungur, og hvussu hann hevur borið seg at við at lætna.