Summarið 2020 gjørdist fyrsta summarið í 18 ár, at G! festivalurin ikki varð fyrskipaður í Syðrugøtu. Koronafarsóttin gjørdi, at hugnaligi festivalurin mátti avlýsast.
Hetta tók ikki pippið heilt frá Una Leitisstein Hansen, hóast tað var nærvið, og hann parkeraði ein KVF-bil við Sandin í Syðrugøtu og sendi tveir tímar beinleiðis útvarp um G! festivalin.