Í fyrstu sendingini hoyrdu vit millum annað, at teir, sum tá myndaðu Føroya Reiðarafelag, sóu einasta møguleika vera fyri at bøta um vánaligu støðuna hjá heimaflotaum, at útvega Føroyum størri uppisjóvarrættindi, sum heimaflotin síðani kundi fáa lut í.
Hetta átakið skuldi tó ikki vísa seg at vera lætt, tí mótstøðan var ógvuliga stór. Ikki minst heima í Føroyum. Hesum lurtaði Jacob Vestergaard, sum eisini tá umsat fiskivinnumál, tó ikki eftir, og hækkaði kvotuna munandi í 2010 og enn meira í 2011.
Í hesi sendingini skulu vit hoyra, hvussu tað gekst tað fyrsta árið at fáa nógv øktu kvotuna fiskaða.
Kári Mikkelsen hevur lagt til rættis.