Tá makrelurin broytti Føroyar

Tá makrelurin broytti Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Tá makrelurin broytti Føroyar episodes

  • Tá makrelurin broytti Føroyar (6:6)
    Í hesi sendingini verður roynt at lýsa langtíðarávirkanina av førda fiskivinnupolitikkinum seinnu árini og ta sannroynd, at ovurhonds stóra náttúru-virðini eru savnaði á alt færri hondum.
    Kári Mikkelsen hevur lagt til rættis.
    53 min
  • Tá makrelurin broytti Føroyar (5:6)
    Í hesi sendingini hava vit spurt nakrar serfrøðingar og aðrar eygleiðarar um, hvussu teir síggja mótsetningarnar millum ymsu økini í landinum. Serliga við atliti til førda fiskivinupolitikkin seinnu árini, og hvørja ávirkan hesin hevur havt á føroyska samfelagið.
    Eitt nú millum høvuðsstaðarøkið, har flestu almennu tænasturnar eru, og norður-eystur-økið, har størsti parturin av fiskivinnuni liggur.
    Kári Mikkelsen leggur sendingarnar til rættis.
    52 min
  • Ta makrelurin broytti Føroyar (4:6)
    Í hesi sendingini fara vit at greiða frá leiklutinum hjá Fiskimálaráðnum sum fyrisitingarmyndugleika í makrelmálinum.
    Eisini hava vit tosað við umboð fyri teir fýra flokkarnar í sonevnda makrelsamgonguni, sum gjørdu langtíðarsemju um makrelin í 2011.
    Somuleiðis fara vit at hoyra sjónarmiðini hjá eigaranum av útróðrarbátinum Lírabergi, Óla Jacobsen, ið hevur sett seg sera væl inn makrelmálið, har hann serliga finst at fyrisitingini av hesum stóra máli.
    Kári Mikkelsen leggur sendingina til rættis.
    56 min
  • Tá makrelurin broytti Føroyar (3:6)
    Í fyrstu sendingini hoyrdu vit millum annað, at teir, sum tá myndaðu Føroya Reiðarafelag, sóu einasta møguleika vera fyri at bøta um vánaligu støðuna hjá heimaflotaum, at útvega Føroyum størri uppisjóvarrættindi, sum heimaflotin síðani kundi fáa lut í.
    Hetta átakið skuldi tó ikki vísa seg at vera lætt, tí mótstøðan vísti seg at gerast ógvuliga stór. Ikki minst heima í Føroyum.
    Onnur sending snúði seg um, hvussu gongd fekst á fiskiskapin tað fyrsta árið eftir nógv hækkaðu kvotunu, har vit høvdu vit samrøðu við tveir reiðarar, ið fyrstu ferð royndu seg í makrelfiskiskapi.
    Í hesi sendingini hava vit tosað við Jacob Vestergaard, táverandi og núverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, um stóru mótstøðuna - bæði politiskt og vinnuliga - móti at hækka kvotuna.
    Somuleiðis hava vit samrøðu við Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðing og leiðara á uppisjóvardeildini á Havstovuni, um leiklutin hjá teimum í makrelmálinum.
    Harafturat práta vit við Jógvan Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskip, hvørs felag var ímóti at hækka kvotuna longu frá 2010.
    Kári Mikkelsen leggur hevur sendingarnar til rættis.
    50 min
  • Tá makrelurin broytti Føroyar (2:6)
    Í fyrstu sendingini hoyrdu vit millum annað, at teir, sum tá myndaðu Føroya Reiðarafelag, sóu einasta møguleika vera fyri at bøta um vánaligu støðuna hjá heimaflotaum, at útvega Føroyum størri uppisjóvarrættindi, sum heimaflotin síðani kundi fáa lut í.
    Hetta átakið skuldi tó ikki vísa seg at vera lætt, tí mótstøðan var ógvuliga stór. Ikki minst heima í Føroyum. Hesum lurtaði Jacob Vestergaard, sum eisini tá umsat fiskivinnumál, tó ikki eftir, og hækkaði kvotuna munandi í 2010 og enn meira í 2011.
    Í hesi sendingini skulu vit hoyra, hvussu tað gekst tað fyrsta árið at fáa nógv øktu kvotuna fiskaða.
    Kári Mikkelsen hevur lagt til rættis.
    42 min
  • Tá makrelurin broytti Føroyar (1:6)
    Í Føroya Reiðarafelag sóu teir, sum tá myndaðu felagið, einasta møguleika vera fyri at bøta um støðuna, at útvega Føroyum størri part av felags makrelkvotuni millum strandalondini.
    Hetta átakið skuldi tó ikki vísa seg at vera lætt, tí mótstøðan var ógvuliga stór. Ikki minst heima í Føroyum.
    Kári Mikkelsen hevur lagt til rættis.
    48 min

About Tá makrelurin broytti Føroyar

From the publisher's feed

Tað er ein sannroynd, at avgerðin um at hækka føroysku makrelkvotuna fyri umleið 10 árum síðani, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri partar av okkara fiskivinnu, og somuleiðis fyri búskaparligu framgongdina í Føroyum seinnu árini.