Fernando Troleis úr Brasil var í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá, at hann hevur lært seg flótandi føroyskt, og hevur tikið sær góða útbúgving uttanlands. Hann er tann fyrsti í Føroyum, sum hevur staðið støðuroyndina í føroyskum á triðja stiganum. Í sambandi við prógvhandanina, helt Fernando eina røðu. Í røðu síni fortaldi hann, at motivatión fyri at læra seg føroyskt var, at hann fegin fegin vildi hava eitt pláss við borðið, har tað varð samskift á føroyskum; hann vildi fegin gerast partur av tí føroyska samfelagnum. Men hetta forðar føroysk lóg honum.
Her er okkurt heilt galið, helt kjakpanelið í sending okkara Vikan.
Hini evnini, sum Lív Egilsdóttir Olsen, Niels Uni Dam og Steinar Patursson kjakaðust um, vóru ILA í Vági og mistu Michelinstjørnurnar hjá KOKS.
Hoyrið alt Vikukjakið her
1678137