Aðrir sangir frá útgávuni hava eisini verið nógv spældir í Norra; Fire pils og en pizza, Æ like ikke, Va de du Jesus, og Levva livet. Stílurin er eitt bland av rokki, poppi, og fólkatónleiki. Innihaldsliga er útgávan merkt av kalda krígnum. Eisini eru kærleikssangir við, og harafturat ein, ið umrøður ættarbólkin romair/sigoynarar, sum Åge Aleksandersen er skyldur við.
Í 1984 var Åge Aleksandersen eitt hampiliga kent navn í Norra, men Levva livet gjørdi hann til "fólkaogn", hetta var hansara "Midt om natten", um vit samanbera við Kim Larsen. Lív hansara kollveltist.