Kendasti sangur á fløguni er "Promise Me", ið eisini var hennara týdningarmesti sangur í DR-kappingini. Guðrun sigur í sendingini, at Promise Me hevur hildið lívið í henni. Hon var í nógv ár í Danmark og livdi av at syngja konsertir. Síðani tók hon vokal-læraraprógv og flutti aftur til Føroya, her hon starvast sum sanglærari. Guðrun Sólja Jacobsen er av Tvøroyri, men býr í Havn. Plátubarin mai 2018.