Ikki alt er upprunatilfar á "Tourism", tríggjar konsertinnspælingar eru á diskinum, onkur endurinnspæling av egnum lag er tikin við, men flestu sangirnar høvdu vit ikki hoyrt fyrr. Tað eru heilar 16 skeringar á "Tourism" og ein fittur part av løgunum varð tikin upp, meðan tey spældu "Join the Joyride" konsertferðina. Í mai 1992 vóru tey í Suðuramerika, har fleiri løg vórðu fest á band. Konsertløgini vórðu tikin upp í Australia í september 1991. Seks milliónir eintøk eru seld av albuminum "Tourism". Roxette er svenskur bólkur, ið gav sína fyrstu plátu út í 1986.