Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 30: 'Made in Heaven' hjá Queen í 1995


Listen Later

Forsangarin, Freddie Mercury, var deyður trý ár frammanundan. Sagt verður, at hann skundaði sær at syngja løg inn, tá hann kendi á sær, at kreftirnar vóru um at ganga undan. Millum annað tað tilfari er við á hesari heiðurs-Temaplátu, sum 4. november '25 var tríati ár.
Tíðarritið Q helt hesa fimtandu Queen útgávuna, Made In Heaven, vera betri enn tað fjúrtandu frá februar 1991, Innuendo, ið var ætlað at koma út upp undir jól í 1990, men tá var Freddie Mercury somikið sjúkur, at tað dróg út. Hinvegin helt Q ikki, at hon hevur øll tey serligu Queen eyðkennini við. Hetta ljóðar sum ein andsøgn, men undranin minkar, tá ein sær, at flestu aðrir miðlar vóru positivir. Jerusalem Post helt tað vera forloysandi, at Queen og Mercury kundu blaka so nógvan gleðiskendan larm í andlitið á deyðanum.
Plátubarrin 8. november 2025
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners