Henda útgávan frá 22. mars í 1982 og konsertferðin eftir útgávu, The Beast on the Road, gav bólkinum eyknevnið The Beast; eitt navn, sum teir hava nýtt og havt at taka til, einamest í samband við konsert- og savnsalbum sum Best of the Beast og Visons of the Beast.
Sid Smith hjá BBC skrivaði, at ein lættliga tá í 1982 kundi ímynda sær niðurgangstíðir fyri Iron Maiden, tí nú tann triði sangarin var farin sín veg og eisini trupult var at halda uppá aðra partar av manniningini, vóru vánirnar ikki av teimum allarbestu.