Paul McCartney kendi seg í deyðavatni; sum um hann var steðgaður upp og at okkurt mátti gerast øðrvísi. Tí heitti hann á Beatles-framleiðaran, George Martin, at framleiða 'Tug of War'. Eisini eydnaðist honum at útvega super-tónleikarar sum trummusláaran Steve Gadd, bassistin Stanley Clarke, gittaristin Eric Stewart, klaverleikaran Stevie Wonder, sum hann eisini syngur tvey løg saman við, harav annað er stórhittið 'Ebony and Ivory'. og saman við gittaristinum Carl Perkins syngur hann duettina 'Get it!'. Eisini spælir Beatles-trummusláarin, Ringo Starr, við á plátuni.