'A Night at the Opera' var eitt av stóru nýbrotunum í rokki, hvørs originalitet Bjørn í Abba segði fara at broyta kósina fyri allan popp- og rokktónleik. Henda Temaplátan varð fyrireikað í samband við fimti ára dagin fyri útgávu av verkinum. Men sendingin er annars ein vanlig Temapláta í Plátubarrini.
Sambært nógvum miðlum hevur 'A Night at the Opera' eitt meistaraverk í sær, nevniliga ta kendu og ógloymandi 'Bohemian Rhapsody'. Sigast kann, at 'rapsodiin' hevur meira ávirkan frá Mozart, enn nøkrum av sjeytiárarokkarunum. Talan er um sang ella tónleikastykki, sum Freddy Mercury hevði ment og skrivað í brotum frá seinast í 1960 árunum. Byrjað verður við einari a capella vokal harmoni intro, ið ber okkum til sjálva sangin hjá Freddy Mercury við klaverspæli. Síðani flytur lagið seg ígjøgnum fleiri serstakar fasur og ljóð-dynamikk; tann kendasta er tann langa miðjan, pseudo-opera parturin. Hetta varð gjørt gjøgnum eina útførda kóreffekt, sum Mercury, May og Taylor sungu sínar serligu vokalpartar til í fleiri tímar, har yvir 180 serstakir omanádubbar vóru blandaðir og undirblandaðir á 24-spors masterband, har øll tilgongdin tók umleið tríggjar vikur. Men aftrat stórslignu og ógvusligu framleiðsluni eigur ein ikki at gloyma teir stillu partarnar, so sum Freddysa seinastu solo vokalreglu við undirliggjandi guitar-bakspæli hjá May, sum eru við at gera sangin til nakað heilt serligt.
Annars kann sigast, at flestu løgini á útgávuni eru sannar tónleikaperlur.
Plátubarrin 29.11.25