Frammanundan hevði Aria havt løg á tveimum savnsfløgum, 'Rópið á Skuggarnar' og 'Rock í Føroyum 2'. Tað, saman við luttøku í Prix Føroyar kappingini, hevði longu givið bólkinum eitt navn. 'Rock í Føroyum' lagið, Shadow of a Doubt, hevði verið fremst á føroyska útvarpshittlistanum.