"The Ballad of Lucy Jordan" og "Broken English" eru stakløgini frá hesari útgávu, ið fekk góð ummæli. Enska Marianne Faithfull var fyrst og fremst blivin kend sum unnusta hjá Mick Jagger, men "Broken English" endurgav henni eitt navn í tónleikinum. Í trýssunum var hon blivin kend frá fleiri LP-útgávum, har "As Tears Go By" í 1964 var tað kendasta. Hesin tematáttur viðgerð Temaplátuna "Broken English", sambandið við The Rolling Stones, umframt onnur viðurskifti í lívi Marianne Faithfulls.