Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985


Listen Later

Talan er um triðju og eisini best umtóktu heildarútgávuna, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'. Harumframt verður heitislagið, 'Centerfield', nógv nýtt í USA, tá baseball dystir verða spældir.
Tíggju ár vóru liðin síðani aðru útgávuna hjá Fogerty í 1975 og tí verður 'Centerfield' eisini kallað eitt come-back. Sum album var hon plettskot á Billboard 200, og tvær singleplátur frá albuminum vóru ávíkavist á Top 10 og Top 20 á US Billboard Hot 100 vestan hav.
John Fogerty var sangarin og gittarspælarin, sum føroyingar kenna væl frá Creedence Clearwater Revival útgávum í árunum rundanum 1970. Eisini skrivaði hann tey flestu CCR løgini, harav Útvarp Føroya spældi, og onkuntíð spælir enn, løg sum Have You Ever Seen The Rain, Proud Mary, Bad Moon Rising, Who'll Stop The Rain, Travelin' Band, Up Around the Bend, Lodi, As Long as I Can See the Light, og fleiri onnur.
Stílistiskt sæð verður tilfarið alment kallað: heartland rokkur, americana, og rock and rollur, heríroknað blues og country. Temaplátan verður bólkað sum rokkur. Í støðum minnir hon um Creedence, men hon er eisini sín egin.
Plátubarrin 28. februar 2026
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners