Utgávan inniheldur bæði tað størsta europeiska hittið og tað størsta amerikanska hittið hjá Styx. Dennis DeYoung og Tommy Shaw skrivaðu og sungu flestu løgini á Cornerstone. Babe er sangur hjá Dennis DeYoung, meðan Tommy Shaw skrivaði Boat on the River. Babe er einasti sangur, ið Styx hevur havt sum plettskot á amerikanska Billboard Hot 100, meðan Boat on the River er bólksins størsta europeiska hitt. David Fricke hjá tíðarritinum Rollin Stone skrivaði tann 13. desember í 1979, at Styx altíð hevði skilt týdningin av góðum løgum, gittarriffum, og harmonium.