Plátan streyk beinanvegin upp á Top 10 í fleiri enn 20 londum, so góða undirtøkan helt fram hjá hesum svenska bólki, ið byrjaði við bólkanavninum Gyllene Tider. Í USA var talan um eina stytta útgávu av Crash! Boom! Bang! upprunaplátuni við heitinum Favorites From Crash! Boom! Bang!. Vit spæla nøkur av løgunum og hoyra um plátuna, men hesin Temaplátutáttur er partvíst eisini ein minnissending um høvuðssangaran í Roxette, Marie Fredriksson, sum doyði mánadagin 9. des. '19. Plátubarrin 14. des. '19.