Eftir Demons and Wizards vóru Uriah Heep limirnir "superstars", fyri at nýta orðingina hjá gittaristinum Mick Box. Teir koyrdu í limousinum við førara og spældu á konsertstøðum við nógvum túsund áhoyrarum, hevur Mick Box greitt frá í netsending. Henda Temaplátan varð send í Plátubarrin tann 29. oktober í 2016. Í sendingini hoyra vit eisini Deiggj-tónleikararnar Páll Lave og Fróða Vestergaard gera metingar.