Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Diamond Life' hjá Sade frá 1984


Listen Later

Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Sade, og fólk bera ivaleyst kenslu á verkið, tá tey hoyra løg sum "Your Love is King" og "Smooth Operator" ljóða, tó eisini onnur lagaavrik eru góð.
Níggju løg eru á hesi Sade frumútgávuni, 'Dimond Life', harav sangarin, Sade Adu, og saxofonisturin, sum eisini spælir gittar, Stuart Matthewman, skrivaðu sjey í felag. Eitt var eitt tøkulag og Sade Adu skrivaði eitt saman við øðrum manni, Ray St. John, sum hon spældi saman við í fyrrverandi bólki sínum, Pride.
BBC skrivaði:
Debutplátan hjá Sade, Diamond Life, staðfesti, at hon var meira enn bara eitt vakurt høggmynda-andlit. Beinanvegin dugdi hon at syngja. Men í mun til vanligu sang-teknikkirnar, sum vit eru vorðin von við frá soulsangarum, var røddin hjá Sade hvøss og afturhaldandi, fylt við klassa og bendi hugtølandi á hart vunnar upplivingar, ið høvdu við sær, at hon ljóðaði sum ein Billie Holiday á palli í Soho. Og, leggur BBC afturat, at umframt góðu, sensuellu, og so nógv annað røddina, dugdi hon harafturat at skriva sangir, hvat tú eisini fert at hoyra fleiri dømi um í hesum Tematátti.
Plátubarrin 8. mars 2025
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners