22 milliónir eintøk eru seld av History: Past, Present and Future, Book 1, sum veruliga heitið á hesi tví-útgávu er. Fyrra fløgan í pakkanum er eitt savn við kendum løgum, meðan tann seinna, Temaplátan, hevur einans løg, sum Michael Jackson ikki hevði givið út frammanundan. Talan var um næstseinastu studio-plátuna, sum Jackson gav út í síni livitíð. Tann seinasta frá 2001, Invincible, hevur ongar rokk-klassikarar í sær.