Umframt tónleikinum verður greitt frá sangleikinum, Kielgasten, har Annika Hoydal spældi við. Kim Larsen hevði havt eitt ynski um at spæla leik á palli, nú hann hevði roynt seg sum filmsjónleikari í Midt om natten. Úrslitið var framúr gott, báði hvat leiki og plátu viðvíkir. Leikurin varð spældur í Keypmannahavn og spælitíðin varð longd, men teir vildu ikki út at ferðast við honum, tí báði Larsen og Bellami vildu sleppa at spæla konsertir aftur. Onnur kend løg eru Flyvende sommer og Dengang da jeg var lille.