Tað var plátufelagið EMI Danmark, sum í 1982 tók stig til Laban og fyrst setti tað seg í samband við Ivan Pedersen. Uppdragið var at skriva danskan tekst til italskt lag, sum á donskum fekk heitið: 'Hvor ska' vi sove i nat'. Síðani paraði Cai Leitner hjá EMI Ivan Pedesen við kvinnuliga sangaran, Leciu Jønsson, og 'Hvor ska' vi sove i nat' bleiv eitt risa-hitt. Samstarvið teirra millum endaði góð seks ár og nógvar túsund seldar plátur seinni. Tá høvdu tey eisini verið í Føroyum og spælt.