Eisini Ræven og Rønnebærrene, sum í veruleikanum er heitislag, og Natradio, hava verið spæld nógv í Danmark. Við útgávuni frammanundan, Beat, høvdu teir so at siga funnið sín egna stíl, meðan henda var meira fullkomin og betri heildarverk enn Beat, hóast hon innihelt bólksins størsta klassikara, Bag Duggede Ruder. Nutidens unge var eisini lopfjølin til ta næstu plátuna, Rigtige mænd - gider ikke mere vrøvl, har plátufelagið CBS veruliga satsaði fíggjarliga.