Rana Nolsøe kenna vit væl sum gittarist og sangara í Frændum. Her roynir hann seg við eini plátu, sum fyri mesta partin umboðar einstaklingin Rana, harav tann mest persónligi sangurin er 'Ein sangur til tín. Hann varð skrivaður um vinmannin, Óla Wolles Andreasen, sum andaðist í 1990.
Fleiri stílir eru á útgávuni; innilig vøkur løg sum 'Eina løtu aftrat', og rokkur, harav Flemish Cap er kent lag, sum útvarpið hevur spælt nógv. Nýggjár í Plátubarrini 31.12.20