Enn var undirtøkan stór í Europa og aðrastaðni, men í USA seldist Revenge til eina helvt av útgávuni frammanundan; Be Yourself Tonight. Tískil er hetta tann seinasta stórplátan hjá Eurythmics, sum Annie Lennox og Dave A. Stewart mannaðu. Tey vóru kanska tey seinastu í new-wave rákinum. Undan Revenge var áhugin fyri hesum tónleikaslagnum nógv minkaður.