Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Sleeping With The Past', Elton John, 1989


Listen Later

Av tempo-løgunum, sum eisini komu á singleplátu, er 'Healing Hands' tað kendasta, meðani tað minni kenda, 'Club At The End Of The Street', hevur verið ynskt í Plátubarrini, so heilt ókent er tað ikki. 'Sleeping With The Past' er poppur, harav okkurt lag kann kallast popp-rokkur.
Í fýrsunum varð nógvur negativur kritikkur skrivaður um pláturnar hjá Elton John, og tað gjørdi hann firtnan. Sum eitt aftursvar gjørdi hann heildarverkið 'Reg Strikes Back' í 1988. 'Reg' er stytting av dópsnavni hansara, 'Reginald'. Men har var ov lítið krút í aftursvarinum til ummælararnar, so hann vann ikki tann tvírdráttin. Útgávan er heldur ikki ein Elton John klassikari. Tí var tað eitt sindur óvæntað frá Elton, at hann longu árið eftir í 1989 gav okkum hesa flottu temaplátuna, 'Sleeping With The Past'. Kanska var hon byrjanin til 90'ini, tí tey vóru eins og 70'ini eitt sera væleydnað útgávuskeið við løgum, sum hann skrivaði til tekstir hjá Bernie Taupin og Time Rice.
Plátubarrin 7. februar 2026
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners