Billy Ocean kom úr Trinidad til Onglands sum smádrongur. Í London stuðlaði pápin honum væl at vinna seg fram í tónleikavinnuni og fyrsta singeplátan var tøk í 1971. Fyrsta hittið kom í 1976. Men heimsundirtøku vann hann fyrst við hesari útgávuni frá 1984, Suddenly. Átta av nýggju albumløgum verða spæld í sendingini.