Á 'The Miracle' eru tíggju løg, men har vóru eisini onnur, ið tikin vórðu upp. 'Hang On In There' varð nýtt til b-síðu á singleplátuni, 'I Want It All', og sama status høvdu 'Hijack My Heart' og 'Stealin', hvørs a-síður vóru ávíkavist 'The Invisible Man' og 'Breakthru'. Annað Miracle-lag, ið ikki var givið út, var 'Dog With a Bone', og 'My Life Has Been Saved' var tikið við á 'Made In Heaven' í 1995. Haraftrat varð eitt instrumentallag gjørt, 'Chinese Torture', sum ikki hevði nakað heim ? hvørki á album ella singleplátu. Men saman við 12?