Men eisini Dead Horse, Yesterdays, og endurinnspælingin av Knockin' On Heavens Door eru sera vælumtókt avrik frá UYI. Longu áðrenn Use Your Illusion konsertferðina var broyting farin fram í Guns N' Roses manningini, sum endaliga sindraðist eftir upptøkurnar til næstu útgávuna í 1993, men bólkurin helt kortini fram. Use Your Illusion ætlanin var annað hæddarpunktið í útgávuskeiðnum hjá Guns N' Roses, tað fyrsta hevði verið metsøluplátan Appetite For Destruction í 1987.