Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Whitesnake 1987' - eitt minni um John Sykes


Listen Later

Hetta er net-útgávan av hesi sending. Net-útgávan er meira fullfíggjað enn tað, ið sent varð í Plátubarrini. Øll løgini verða spæld í fullari longd. Talan er um sjeynda og eisini mest selda Whitesnake albumið. Tað er tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87'. Hetta er meira áttatiára-glam ella hármetall-rokkur enn tað Whitesnake hevði verið kent fyri. John Sykes doyði 20. januar, 65 ára gamal, og henda sendingin er tí partvíst honum til minnis.
Útgávan Whitesnake varð nummar tvey á amerikanska popplistanum, US Billboard 200, og nummar átta á bretska UK Album Charts. Í Europa umframt Bretlandi varð hon nevnd '1987', í Japan kallaðist útgávan 'Serpens Albu's, meðan hon bæði í Bretlandi og USA bara varð kallað 'Whitesnake'. Stóra undirtøkan av verkinum hevði tann ringvirkning, at sølutøluni fyri plátuna frammanundan frá 1984, 'Slide It In', fleirfaldaust.
Plátubarrin 25. januar 2025
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners