Amerikanarin, Donald Fagen, gjørdi hesa plátu sum eina ævisøgu við støði í fimti- og sekstiárunum, har hann vaks upp í spentu kaldakrígstíðini. The Nightfly hevur eitt slag av serstøðu millum aðrar áttatiáraútgávur, tí hon er gátufør, eins og upphavsmaðurin sjálvur er gátuførur. Og millum tónleikarar og ídnar lurtarar hevur hon eins nógv serstøðu fyri dygdina.