Løtuna í 1999, tá tveir politistar bankaðu á dyrnar hjá Jens Lisberg, gloymir hann ongantíð. Øll tilveran hjá honum og familjuni broyttist tá. Ein ógvuslig ferðsluvanlukka hevði verið, og støðan hjá soninum hjá Jens Lisberg, Hávardi, var lívshættislig.
-Verðin rapaði oman yvir okkum, tá teir hasa náttina fortaldu, hvat var hent, sigur Jens Lisberg, sum misti sonin dagin eftir.
-Har var einki at gera. Hann hevði fingið ógvusligar skaðar, og tá læknarnir greiddu okkum frá um støðuna, var tað ikki torført at góðtaka, at tað einasta rætta var at sløkkja fyri respiratorinum, sigur Jens Lisberg.
Í Vegamótinum fortelur Jens Lisberg millum annað, hvussu tann fyrsta tíðin var, eftir at sonurin var deyður, og hvussu tey sum familja royndu at fóta sær aftur. Eisini fortelur Jens Lisberg, hvørja ávirkan hendingin hevur havt á seg sum persón, trúnna og tónleikin.