Føroyskir studentar gjørdu hendan dagin í 1919 eina útferð í Norðmansdalin, sum er ein partur av økinum við Fredensborg Slot á Norðursælandi.
Í sendingini hoyra vit samrøðubrot við m.a. Kjartan Mohr, Paula Dahl og Leif Waagstein, sum ongantíð eru spæld alment fyrr. Jákup Mørkøre gjørdi samrøðurnar í 1969 í sambandi við eina serritgerð í studentaskúlanum í Hoydølum.