Tey stóru orðini

Tey stóru orðini

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Tey stóru orðini episodes

  • Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 1
    Aldargomlu deyðssyndirnar eru sjey í tali. Eru hesar horvnar ella eru tær til enn, men í nýggjum hami? Onkur sigur, at syndin er horvin úr modernaða samfelagnum og hon tók etikkina og moralin við sær?
    Og skuldin - kenna vit hana bert sum bankaskuldina? Sagt verður, at tá menniskjan ikki longur trýr á ein Guð, so fer tað at spekja og ansa eyka væl eftir likaminum, tí tá hevur menniksjan bert tað at líta á.
    32 min
  • Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (3:3)
    Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki ? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki.
    Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.
    19 min
  • Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (2:3)

    Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki ? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki.

    Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.

    28 min
  • Tey stóru orðini: Kærleikslyftið ikki áramálssett
    Tað ber illa til at vraka orðingina, til deyðin tykkum skilir, í brúðarritualinum, tí kærleiki kann ikki bindast í ein tíðaravmarkaðan sáttmála. Tað staðfestir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum í sendingini, Tey stóru orðini, tosar um kærleikan.
    Prestur greiðir í brotinum frá gamlari søgu um brúðarpar, ið segði við prestin, at tey ikki ynsktu orðingina, til deyðin tykkum skilir. Hoyrið, hvat presturin svaraði her.
    Sendirøðin, Tey stóru orðini, endar við trimum sendingum um kærleika. Theodor Eli Dam Olsen greiðir frá, hvat kærleiki er. Lýsir hugtakið gjøgnum evropeiska søga og gjøgnum Nýggja og Gamla Testamenti.
    Hetta er onnur sending av trimum um kærleikan, sum verður at hoyra í fullari longd í útvarpinum hósdagin aftan á tíðindini klokkan 17.
    1 min
  • Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (1:3)

    Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki?

    Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eil Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.

    36 min
  • Tey stóru orðini: Faðir vár (6:6)

    Faðir Vár er bøn biðin av mongum menniskja. Lærusveinarnir bóðu Jesus læra teir at biðja. Hann svaraði teimum við bønini Faðir Vár. Tú kanst hoyra hinar sendingarnar um Faðir vár: her

    32 min