Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja he... more
FAQs about Tey stóru orðini:How many episodes does Tey stóru orðini have?The podcast currently has 22 episodes available.
January 23, 2014Tey stóru orðini: Job 2Úr søguni um Job dagar fyribrigdi, sum verður nevnt "theodicé trupulleikin."Um Guð er góður, og alt gott kemur frá Honum, hví hendir so nógv ringt og ónt í heiminum?...more41minPlay
January 16, 2014Tey stóru orðini: Job 1Harrin gav og Harrin tók og Harrans navn verið lovað. Jobsbók telist millum heimsbókmentir. Søgan um lívið hjá Job er serstøk og hevur gjøgnum mong ár hugtikið mong, givið svar og veitt linna.Hví er tað ónda til? Hvat er tað góða? Um Guð er góður, hví forðar Hann so ikki tí ónda at henda? Er alt tann bera tilvild ella er ein meining við øllum?...more44minPlay
December 19, 2013Tey stóru orðini:Eg kunngeri tykkum stór gleðiboð"Á jólum hoyra vit eingilin boða hirðunum á markini - "óttist ikki"! Hvat merkja hesi orð? Hvat skulu vit óttast ella ikki óttast - hvat er guðsótti? Og tá vit siga, at Guð er kærleikans kelda, hví skulu vit so óttast Guð? Soleiðis, sum vit skilja orðið ótti í dag, skulu vit ikki skilja guðsótta.Kierkegard skrivaði nógv um ótta og angist og Sartre segði, at menniskjan var dømd at vera fræls. Tað at menniskjan hevur eitt val, ger hana óttafulla og Paulus segði, at tað ónda, sum eg ikki vil gera, geri eg og tað góða, sum eg vil, geri eg ikki.Torført er at velja tað góða og velja seg sjálvan. Men gleðiboðini á jólum siga ,at tú og eg, skulu ikki óttast, men frøðast, tí "føddur í dag er heimsins Frelsari."...more26minPlay
December 12, 2013Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 7 - LetiSíðsta deyðssyndin er leti ella dovinskapur. Leti er ikki at brúka tær gávur ella tey evni, sum tær eru givin. Lívið skal livast og tíðin er dýrabær og skal ikki "sláast í hel", sum ofta verður sagt.Gomlu kleystrini livdu eftir meginregluni: Ora et labora - bið og arbeið!...more33minPlay
December 05, 2013Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 6 - VreiðiDeyðssyndin í dag er vreiði.Sannast má, at vreiði mann vera vanligasta deyssyndin, tí óð, ilsk og vreið eru vit tíðum.Ymiskt er, hvussu vit takla vreiðina - stóisk ró og friður, sigur onkur.Onnur siga tað vera sunt og gott at vísa sínar kenslur....more25minPlay
November 28, 2013Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 5 - OyðslEina deyðssyndin er oyðsl. Sum fleiri av teimum 7 deyðssyndunum, so hevur henda eisini annan týdning í dag.Tað verður sagt at tú hevur ikki fyri neyðini at eiga, men leiga.Alt er givið okkum til láns, alt er gáva, vit eiga onki - men alt skulu vit geva víðari til komandi ætttarlið.Tí áliggur okkum ein skylda at fara væl um skaparverkið við øllum tess margfeldni....more29minPlay
November 20, 2013Tey stóru orðini: Deyðssyndirnar 4 - ØvundØvundin er ein rættiliga avlagandi deyðssynd. Øvundin unnar ikki nøkrum nakað gott. Ongin vil viðganga at vera øvundsjúkur, tí hettta er ein kensla, sum mann skammast at hava, tí mann dugir ikki at samgleðast.Í okkara tíð er øvundin ikki bert av tí ónda, tí í dag dagar øvundin undan sum kappingarføri....more28minPlay
FAQs about Tey stóru orðini:How many episodes does Tey stóru orðini have?The podcast currently has 22 episodes available.