Skrivað stendur

«Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt...»


Listen Later

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og gestir hesa ferð eru Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Jákup Brúsá, aðalskrivari i Kirkjuligu Heimamissiónini. 
Jákup Brúsa og Bjørt Samuelsen eru gestir í sendingin. 
Teksturin til 17. sunnudag eftir tríeindardag er hesin: 
 
Luk. 14,1-11.
Jesus grøðir vatnsjúkan mann ein hvíludag
v1: Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum.
v2: Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. 
v3: Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» 
v4: Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað. 
v5: Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?» 
v6: Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta.
 
Jesus talar um eyðmýkt og at gera vælgerðir uttan viðurlag
v7: Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir: 
v8: «Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum;
v9: og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur. 
v10: Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær. 
v11: Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»
 
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldubústaðin: [email protected]
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Skrivað stendurBy Kringvarp Føroya


More shows like Skrivað stendur

View all
PL Showet by Qvortrup Media

PL Showet

2 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners