Anorexia ella matstikni er ein álvarsamur trupulleiki. Alt fleiri og fleiri gentur fáa hesa herviligu sjúku, og ilt er at finna røttu viðgerðina. Gestur í sendingini er ein 28 ára gomul kvinna, sum gjørdist sjúk 13 ára gomul. Hon sigur frá hesi longu og strævnu gongd, til hon umsíðir vann heilsubót.