Tilvera

Tilvera

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Tilvera episodes

  • Tilvera : Hetta er endin, men fyri meg byrjanin
    Dietrich Bonhoeffer var týskur prestur. Hann var handtikin, tá nazistarnir ráddi fyri borgum. Sagt var, at hann var serstakur fangi hjá Hitler. 9.apríl 1945 varð hann hongdur. - Gestur í útvarpsstovuni er biskupur Hans Jacob Joensen
    35 min
  • Tilvera: Leygardag hendi onki
    Ymsir siðir eru knýttir at páskunum. Vit mála og rulla páskar egg, og vit siga við børnini, at páskaharan kemur við eggunum. Søgan um páskaharuna er løgin, tí upprunaliga var hon eitt tekin um sterkan kynsligan mátt. Á páskum hava vit vár, smálomb og páskaliljur. Alt er ljóst og gott, men vit halda páskir, tí Jesus doyði og reis upp aftur páskamorgun. Men leygardagin - páskaaftan - hendi onki.
    26 min
  • Tilvera: Fimta barnasjúkan
    Fimta barnasjúkan ella lúsingasjúkan herjar oyggjarnar í løtuni. Hetta er virussjúka, sum vanliga er vandaleys, men fyri ófødda barnið kann hon vera vandamikil, uttan mun til, um mamman er komin langt ella stutt í barnsburðinum.. Læknarnir siga ymiskt um, hvussu barnakonan eigur at ansa sær, men tað siga Arbeiðseftirlitini í Føroyum og í Danmark ikki. - Oddmar Færø, barnalækni, er í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis
    27 min
  • Tilvera: Føsta
    Í einum mannalívi eru summir dagar øðrvísi enn aðrir, eitt nú føðingardagur, dópsdagur og brúdleypsdagur. Vit hátíðarhalda, tá vit fáa prógv ella hava arbeitt eitt ávíst áramál á einum arbeiðsplássi. Vit hava ymiskar halgisiðir í trúarlívinum, halda jól, páskir, og hvítusunnu. Og soleiðis dettur dagur ikki bert av degi. Men veitsludagarnir løða okkum aftur og vísa okkum allar litirnar í gerandisdegnum, sum vit kanska ikki eru var við. Føstan er skiftið til páskirnar, tá deyðin doyr, og lívið livir, og alt er gróður, grønt og gult - lívið hevur sigrað.
    26 min
  • Tilvera: Apopleksi
    Í dag er altjóðadagur fyri apopleksi. Apopleksi er heilabløðing ella slag, sum rakar nógv fólk hvørt ár. Fleiri halda, at tað bert eru gomul, sum fáa heilabløðing, men so er ikki. Ung fáa eisini heilabløðing, og sagt verður, at tað stendst av tíðini, vit liva í. Hetta er sokallað vælferðasjúkur. - Gestur í útvarpsstovuni er Jógvan Sofus Vágsheyg, sum í 1998 fekk apopleksi. Armgarð Arge leggur sendingina til rættis.
    30 min
  • Tilvera: Kann sama kelda geva søtt og beiskt vatn
    Jørgen Molin hevur í mong ár arbeitt í stórari teldufyritøku. Hann fegnast sum alt tað tøknifrøðiliga, men sigur seg ræðast fleiri av telduprogrammunum, sum gera tað møguligt at kontrollera fólk alt ov mikið. Hann og konan Ellen gera vart við hetta í skrift og talu. Eisini hava tey latið upp teirra heim fyri fólkið, sum eru illa stødd av øllum tí alternativa, sum New Age býður fólki.
    28 min
  • Tilvera: Smá vaksin børn
    Tað hevur altíð verið sagt, at skatturin er nógvur, endatíðin nær og børnini akta ikki foreldrini. Ymiskt er. hvønn leiklut børnini hava havt gjøgnum tíðirnar - frá at vera hildin sum trælir til at vera borin á lógvum. Í dag vilja vit hava skilagóð børn, sum skilja, hví foreldur arbeiða so nógv. Ongantíð áður hava børn í Skandinavia verið so væl ílatin, fingið so góðan mat og so nógvar vitaminir og fingið so nógv undirhald. Granskarar siga, at so lítil javnvág er í, at børn í dag eru smá, vaksin børn, og vit hava tikið barndómin frá teimum.
    25 min
  • Tilvera: Lívsins byggisteinar
    Gen-vísindin hevur rættiliga tikið dik á seg. Øll hava vit ymisk gen, men enn vita vit ikki, hvørji, og hvar tey eru. - Læknaheimurin sigur okkum frá, at nú fer skjótt at bera til at staðfesta genkortini hjá hvørjum einstøkum. - Ein verkætlan fer skjótt í gongd í Føroyum, sum skal kanna sukursjúk fólk og vónandi finna útav, hvat er hent við genunum. - Gestur í útvarpsstovuni er næstformaðurin í Vísindasiðseminevnd Føroya, Richard Schwartson. Armgarð Arge leggur til rættis
    33 min
  • Tilvera: Lívsins byggisteinar
    Genvísindin og tøknifrøðin mennast við stórari ferð. Heilivágfyritøkur eru sera hugaðar fyri at staðfesta genið fyri ymiskum sjúkum til tess at kunna bøta um heilivágin. Í grannalondunum er hetta ein vinna, sum kastar nógvar pengar av sær. Ynskiligt hevði verið, at vit skrásettu allar føroyingar aftur gjøgnum tíðina, fingu eitt fullfíggjað ættartræ, og soleiðis fylgdu ymiskum sjúkum aftureftir og sóu, hvar tær byrjaðu. Var starvsstovan og fólkið við útbúgvingini her, kundu vit funnið genið fyri ávísari sjúku og selt eini heilivágsfyritøku upplýsingarnar. Tað kundi komið okkara genvinnu til góðar aftur. Farmaceuturin Richard Schwartzon er gestur hjá Armgarð Arge í útvarpsstovuni.
    30 min
  • Tilvera: Telduspøl
    Tað verður ofta sagt, at barndómurin er stuttur í dag, og at børn spæla so lítið við leikur. Men tey, sum granska leikur, siga, at børn ongantíð hava spælt so nógv, sum tey gera í dag. - Foreldur vilja hava børnini at spæla og keypa fegin ymiskar leikur. Samstundis harmast nógv foreldur um, at børnini heldur leita til telduna við teimum tølandi telduspølunum. - Hetta er onki at harmast ella óttast, siga hesir granskarir. Tí børn kenna markið millum veruleika og fantasi. Tey vita, at hetta eru gjørd spøl. - Samfelagið er í dag rættiliga aldursbýtt, men hetta hvørvur við telduni. Nú spælir tú ikki bert, meðan tú ert barn, men alt lívið, tí teldan og telduspølini seta onki aldursmark.
    26 min

About Tilvera

From the publisher's feed

Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.