Tilvera

Tilvera

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Tilvera episodes

  • Tilvera: Jólagleðin rekur út jólaóttan
    Gestur í útvarpsstovuni er Heri Joensen, prestur. Tað er ongin tíð á árinum, sum er so rokut sum jólini. Vit renna og keypa, baka og steikja. - Men hví gera vit hetta, tá jólini snúgva seg um eina stóra gleði, sum er fyri alt fólkið
    36 min
  • Tilvera: Jákup, bróðir Jesus
    Á Jesu døgum vórðu fólk, sum doyðu, sveipaði inn í klæði og løgd inn í eitt helli. Seinni vórðu beinini savnað og løgd í lítla kistu, sum varð sett niður í jørðina. - Nú ein dagin varð komið fram á eina slíka kistu, og ein áskrift sigur, at hetta eru beinini hjá Jákupi, sum var bróður Jesus. - Í sendingini siga vit frá hesum Jákup. Eisini verður nortið við, hvat vísindin megnar í dag. Í kistuni vóru nakrar leivdir av beinum, sum gjøgnum eina DNA-kanning siga okkum nakað um eginleikarnar hjá mammu Jákups, sum var Maria Moy.
    33 min
  • Tilvera: Guð gav mær ein sang
    Marita Arge Henriksen í Havn sigur frá, tá systir hennara doyði. Hetta var stór sorg, so í síni neyð bað Marita til Guð, um Hann kundi geva henni tekin, so hon kundi hvíla í vissuni um, at systirin var heima hjá Guði. Samstundis, sum hon biður hesa bøn, verður ein starvsfelagi hennara vaktur. Armgarð Arge leggur til rættis
    30 min
  • Tilvera: Lívið hevur allar litir
    Margit Frisdahl fekk staðfest bróstkrabba í 1999. Bróstið varð tikið, og hon fekk eftirviðgerð. Men í januar í ár fekk hon staðfest krabba í hinum bróstinum, sum eisini nú er tikið. Margit sigur frá, hvussu torfør slík støða er. Eittans biður hon um, og tað er, at hon ikki gerst beisk. Tí hon fegnast um lívið og er glað fyri, at hon hvønn morgun kann lata eyguni upp til nýggjan dag
    30 min
  • Tilvera: Eg havi ikki verið so glaður í lívinum
    Tvey hugtøk, sum ofta verða umrødd, eru synd og frelsa. Í sendingini verður sagt eitt sindur frá týdninginum, og hvagani hugtøkini eru. Gestur í útvarpsstovuni er Mourits Viderø. Hann sigur frá, tá hann kom í syndaneyð. Brádliga fekk hann ein frið og eina gleði, sum ber av øllum.
    33 min
  • Tilvera: Sólin skínur í trettan mánaðir 1(2)
    Elsa Jacobsen úr Gøtu er útbúgvin sjúkrasystir og jarðamóður. Hon fekk eitt kall at vera trúboðari og hevur í 31 ár arbeitt í Etiopia. Elsa hevur upplivað sera nógv har. Trúarfrælsi var, meðan Hailie Selassie ráddi fyri borgum, men tá kommunistarnir tóku yvir, sluppu trúboðarnir ikki at virka frítt. Andatrúgvin er sterk í Etiopiu, og fólkið hevur nógvar ræðandi siðir. Armgarð Arge hittir Elsu Jacobsen í tveimum sendingum.
    37 min
  • Tilvera: Sólin skínur í trettan mánaðir 2 (2)
    Elsa Jacobsen úr Gøtu er útbúgvin sjúkrasystir og jarðamóður. Hon fekk eitt kall at vera trúboðari og hevur í 31 ár arbeitt í Etiopia. Elsa hevur upplivað sera nógv har. Trúarfrælsi var, meðan Hailie Selassie ráddi fyri borgum, men tá kommunistarnir tóku yvir, sluppu trúboðarnir ikki at virka frítt. Andatrúgvin er sterk í Etiopiu, og fólkið hevur nógvar ræðandi siðir. Armgarð Arge hittir Elsu Jacobsen í tveimum sendingum.
    39 min
  • Tilvera: Eg fari at síggja tey aftur
    Samrøða við Fríðbjørg Jensen á Sandi, sum sigur frá stóru sorgini at missa trý børn. Fríðbjørg megnar at liva víðari, tí hon hevur lært seg at liva við sorgini og hevur so nógv rundan um seg at vera góð við. Men hon sær onga meining í at missa trý børn og skilur ikki, hvussu tað hevur borið til at koma víðari. Hon fegnast um lívið og tey, hon elskar, og veit, at hon einaferð fer at síggja børnini aftur. Armgarð Arge leggur til rættis.
    39 min

About Tilvera

From the publisher's feed

Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.