Margit Frisdahl fekk staðfest bróstkrabba í 1999. Bróstið varð tikið, og hon fekk eftirviðgerð. Men í januar í ár fekk hon staðfest krabba í hinum bróstinum, sum eisini nú er tikið. Margit sigur frá, hvussu torfør slík støða er. Eittans biður hon um, og tað er, at hon ikki gerst beisk. Tí hon fegnast um lívið og er glað fyri, at hon hvønn morgun kann lata eyguni upp til nýggjan dag