Samrøða við Fríðbjørg Jensen á Sandi, sum sigur frá stóru sorgini at missa trý børn. Fríðbjørg megnar at liva víðari, tí hon hevur lært seg at liva við sorgini og hevur so nógv rundan um seg at vera góð við. Men hon sær onga meining í at missa trý børn og skilur ikki, hvussu tað hevur borið til at koma víðari. Hon fegnast um lívið og tey, hon elskar, og veit, at hon einaferð fer at síggja børnini aftur. Armgarð Arge leggur til rættis.